Selur atgongumerki til deyðarevsing

Danskur íverksetari hevur byrjað eina uppboðssølu um fimm pláss á fremsta rað til avrættanina av einum deyðadømdum í USA. Hevur tú nakrantíð droymt um at síggja ein mann dripnan av statinum á fyrsta rað, so er møguleikin nú. Á internetinum eru nú útbjóð fimm atgongumerki til avrættanina av Runnel Travis við deyðíligari innspræning.

Tað er danin, Martin Martensen-Larsen, sum stendur aftan fyri undrunarverdu uppboðssøluni, sum er at finna á www.curtailfall.com

Danin og deyðadømdi Runnel Travis vilja varpa ljós á deyðarevsingina í USA.

Okkara mál er at gera avrættingar almennar, sigur Martin Martensen-Larsen.

Hann heldur tað vera stóra mótsøgn í , at amerikanarar eru ernir av deyðarevsing, men at avrættingarnar eru bannaðar frá almenninginum.

Fólk skulu kunna síggja, hvat tað er tey atkvøða fyri, og hvat skattapeningurin verðu rnýttur til, sigur danski juralesandi.

Martin Martensen-Larsen sær einki vamlisligt í, at onkur kann vinna pening í deyðarevsingini.

Tað finnast fólk, sum gera hetta hvønn dag í Texas. Øllo fongsulsskipanin og tey, sum skipa fyri deyðiligu innspræningunum vinna pening upp á hetta, sigur danin.

Uppboðssølan byrjar á 0, men Martin Martensen-Larsen torir ikki at gita, hvar hon endar, skrivar ekstrabladet.dk