Selt lánsbrøv fyri eina milliard

Størsti parturin av láninum verður nýtt til endurfíggjan av verandi skuld

Føroya Landsstyrið hevur í morgun selt nýggj lánsbrøv fyri íalt 1,045 mia kr. Í tíðindabrævi verður sagt, at sølan gekk væl, og øll lánsbrøvini vóru seld eftir einum tíma.

 

Lánsbrøvini verða afturgoldin um fimm ár, og nominella rentan er 1%.

 

Meginparturin av peninginum skal nýtast til endurfíggjan av skuld. Hartil verður partur av láninum nýtt til at fíggja hallið, sum er á fíggjarlógini fyri 2015.