Seloy nærkast toppforminum

Ungi og skjóti rennarin hjá ítróttarfelagnum Bragdinum, Rúni Seloy, nærkast av álvara sínum toppformi og er við at verða klárur til Oyggjaleikirnar.

 

Rúni hevur í 2011 havt fýra góðar kappingar á sínum favoritt teini, sum er 800 metrar, og allar tíðirnar eru niðan fyri tveir minuttir, harav tann eina á Tórsbreyt í Havn, sum allarhelst er skjótasta stadiontíð. Seinasta kappingin hjá Rúna var á stadion í Odense, har hann skuldi kvalifisera seg til HM-18 ár, men bleiv hann akkurát ov stuttur við tíðini 1.57,67sek, sum er hansara besta í ár. Vit vóna at formkurvan røkkur til Oyggjaleikirnar á Isle of White seinni í mánaðinum, og onkur medalja kemur heim aftur við, skrivar heimasíðan www.bragdid.fo.