Selmar Nielsen vunnið eina stóra uppgávu

Nú er avgjørt, hvør vann kappingina um at gera nýggja langhylin í Havn

Tað vóru Selmar Nielsen Arkitektar, sum vunnu kappingina um at gera nýggju svimjihøllina í Havn, sum eisini skal hava ein 50 metra langhyl.

Tað varð upplýst á býráðsfundi í Havn í kvøld.

 

Trý toymið vórðu undangóðkend til at vera við í kappingini, tey vóru Selmar Nielsen Arkitektar, Árni Winther arkitektar og Ósbjørn Jacobsen Arkiektar.

 

Og tá ið avtornaði valdi dómsnevndin uppskotið hjá Selmari Nielsen sum tað besta.

 

Nýggja høllin skal byggjast undir liðini á svimjihøllini, sum longu er í Gundadali, og Elin Lindenskov, forkvinna í bygginevndini, segði, at eitt, ið dómsnevndini dámdi serliga væl við vinnandi uppskotinum, var, hvussu væl umhugsað sambandi ímillm gomlu og nýggju høllina er.

 

Í hesum sambandi nevndi hon, at tað ber væl til at hava kappingar í langhylinum, og almenna svimjing í hinari høllini, ísenn, uttan at nerva hvønn annan, hóast tær eru knýttar saman.

 

Sjey milliónir krónur eru tøkar til verkætlanina og á býráðsfundinum í kvøld samtykti býráðið at játta tær til at arbeiða víðari við ætlanina. Sostatt verður nú farið undir samráðingar við Selmar Nielsen um projektering, um at leggja tíðarætlanina fyri byggingina. og um, hvussu arbeiðið skal bjóðast út.