Selmar loysir Árna av

Selmar Nielsen er valdur til formann í Ráðgevarafelagnum.

Á aðalfundi hjá Ráðgevarafelagnum nú um dagarnar varð samtykt at víðka nevndina í felagnum úr trimum í fimm, men at varðveita skipanina við tveimum eykalimum. 

 

Hans Haraldsen og Eyðbjørn Brimnes stóðu fyri vali á fundinum. Hans tók ikki við afturvali, men stillaði tó upp sum eyklimur. Eyðbjørn Brimnes varð afturvaldur, meðan Rúni Abrahamsen, Svend Sivertsen og Selmar Nielsen vórðu valdir í nevndina. Hans Haraldsen og Árni Winther eru eykalimir.  

 

Aftan á aðalfundin helt nýggja nevndin fund, har hon skipaði seg, soleiðis at Selmar Nielsen er formaður, Eyðbjørn Brimnes næstformaður, og Árni Jakobsen, Svend Sivertsen og Rúni Ábrahamsen eru eykalimir. Frammanundan var Árni Jakobsen formaður.