Fyri mong er Selma Sandá úr Vági helst eitt óskrivað blað, tá tað snýr seg um rithøvundar og tað at skriva. Men tó hevur hon havt tekstir í bløðum og á netinum.
Nú gevur hon bók út.
Bókin hevur heitið “Eyguni – Søgur og yrkingar” og er 128 síður. Í bókini eru 13 søgur, 42 yrkingar og 10 myndir.
Sjálv sigur høvundurin:
Átta av søgunum eru stuttsøgur, av hesum byggja søgurnar Eyguni, Hvør eigur rættin til lívið og Tann dagin flúgvarin bumbaði bygdina á veruligar hendingar, hinar eru íspunnar. Fimm søgur eru av siðsøguligum slag og hugleiðingar, í teimum verður greitt frá ymiskum hendingum bæði frá mínari tíð og frá einari farnari tíð, áðrenn eg var fødd.
Yrkingarnar havi eg yrkt frá 1981 til 2014, tær snúgva seg um ymiskt frá mínum lívi og ymiskt, ið eg havi ímynda mær. Tær eru um lívið, kærleika, ólukkuligan kærleika, náttúruna, sjólívið, um farna tíð, vanlukkur, sorg, aldurdóm og um Føroyar
Nærri frættist á heimasíðuni: http://selmasanda.wordpress.com/