Í kvøld, hóskvøldið, verður serlig listaframsýning og kvøldseta á Studentaskúlanum á Kambsdali.
Tað eru ung listafólk úr Norðoyggjum, Eysturoy og Norðstreymoy, sum sýna fram málningar, tekningar, fotomyndir og aðra list. Franskur býarpartur við fronskum tónleiki og øðrum forkunnugum fronskum servørum er karmur um framsýningina – høvi verður at keypa myndir og annað.
Framsýningin letur longu upp klokkan 18 við fernisering.
Fyrrverandi næmingurin, Selma Ellingsgaard, fer eisini at hugleiða undir yvirskriftini ”Hvat er og ger ein forkvinna?”
Lestrarvegleiðari og HF næmingur greiða frá um HF lestur.
Á skránni eru eisini tíðindastubbar úr sermerkta Italia og úr jarðskjálvtarakta Kili; og harafturat verður tónleikur, sum næmingar, ið taka tónleik á hástigi, framføra, eins og Bernhard Brim og Dina og tær spæla og syngja.
Eisini verður kafé í kaffisteðginum í sambandi við at 1.HF savnar pening til námsferð, so høvi verður at keypa sær kaffi, te, saft og ymiskt leskiligt afturvið.
Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.









