– Við at selja almenn partabrøv hevur landskassin nóg nógvar pengar at gjalda Eysturoyartunniln við.
Tað sigur Eyðfinn Reyðberg, siviløkonomur, í tíðargrein í Vikuskiftis-Sosialinum.
Hann vísir á, at tá altjóða greinarar meta um føroyska kredittvirðið, verða almennar fyritøkur eisini taldar í skyldurnar.
– Soleiðis gav seinasta altjóða greiningin av BankNordik, áðrenn bankin valdi ikki at gera slíkar metingar longur, at um bankanum kom at tørva eginpening, so var væntandi, at landskassin, sum størsti eigari, kom við teimum, skrivar hann.
Hann sigur, at nú eru tíbetur stig tikin til at tryggja bankan móti nýggju og herdu krøvunum til bankar við at selja burturav aktivum bankans.
– Tað er í dag eingin góð grund til at tvíhalda um eina 20 ára gamla kreppuloysn, at landið framvegis skal eiga partabrøv í BankNordik. Restin av partabrøvunum átti at verið sett til sølu, so skjótt verandi strategi um sølu av aktivum og útgjalding av eyka vinningsbýti er framd. Ein slík søla fer at geva landskassanum í minsta lagi hálva milljard, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Hann vísir á, at øll onnur lond hava selt almennu telefyritøkurnar.
– Ein søla av Føroya Tele átti tí at ligið ovarlaga á listanum hjá politiska valdinum. Ein søla av Føroya Tele kundi væntast at givið 1,5 milljard í landskassan. Á tann hátt hevði verið gjørligt at fíggjað nýggju undirsjóvartunlarnar kontant, samstundis sum váði landskassans við at eiga hesar fyritøkur var burtur, skrivar Eyðfinn Reyðberg millum annað í bersørgnari tíðargrein í VikuskiftisSosialinum.
Sosialurin kann eisini lesast í talgildum formi á www.sos.fo










