Seljið almennu ognirnar og gjaldi skuld

Caragata bólkurin leggur ikki fingarnar ímillum í álitinum, sum bólkurin hevur skrivað til Vinnumálastýrið. Umframt at leggja upp til, at almennu partafeløgini vera seld og almenna skuldin niðurgoldin, so sigur bólkurin, at tað almenna skal halda seg frá at veita fiskivinnuni stuðul

Tað er ikki oftari enn so, at ein maður sleppur at standa í friði og náðum og siga sína ósoldaðu hugsan um hvussu farast skal fram í ymsum samfelagsligum viðurskiftum.

Men tað hendir seg viðhvørt, og mikudagin var tað Caragata-nevndin, sum fekk henda heiður.

Og tað er synd at siga, at teir løgdust á boðini.

Fyri nøkrum mánaðum síðani Vinnumálastýrið á Philip Caragata um at gera eitt álit um gagnligasta fíggjar- og lógarkarm til at fremja búskaparvøkstur og økja íløgurnar í Føroyum.


Kreppan er ikki liðug

Philip Caragata, sum er doktari í politiskum búskapi, legði ikki fingarnar ímillum tá hann tilmælti frammøttu fjøldini, hvat føroyingar skulu gera fyri at menna samfelagið búskaparliga.

Prvatiseringar, broytingar í almannaveitingum, krøv til politikarar og umsiting og ikki minst tillagingar av lógarverkinum vóru nøkur av evnunum, sum hann vísti á, skulu føroyingar gera sær vónir um at klára seg uttan ríkisstuðulin úr Danmark.

Caragata nevndi í innlegginum, at skuldin hjá landsstýrinum er alt, alt ov høg, og at vit av somu orsøk gjalda alt ov nógv í rentu til umheimin - hetta hóast rentan er lág.

Hann nevndi eisini at kreppan í sær sjálvum verri enn so er liðug enn, og sjálvur helt hann, at vit bara komin til tað, sum svarar til umleið 40 prosent av vegnum.


Privatisering

Fyri at broyta hetta, mælti Caragata beinleiðis til, at skuldin verður niðurgoldin.

Ein máti er at gera tað umvegis samráðingar við danir, men ein annar máti, sum hann sjálvur, eftir øllum at døma, helt vera nógv skilabetri var, at fara undir miðvísa privatisering av almennum stovnum.

Hann vísti á at Atlantsflog, Føroya Tele, Fiskavirking, Fiskasøluna, og síðst men ikki minst á Føroya Banka, sum tey mest uppløgdu privatiseringsevnini.

Viðvíkjandi Føroya Banka segði Caragata beinleiðis, at tað var upplagt at privatisera bankan í sambandi við skipan av einum partabrævamarknaði, sum teir eisini meta er alneyðugur.


Gjalda skuldina niður

Peningurin, sum kemur inn í sambandi við privatiseringina av almennu fyritøkunum, skal fara til at gjalda almennu skuldina.

Caragata og hansara menn vístu á, at skuldu Føroyar kreditmetast av útlendskum kreditmetingarstovni nú, so hevði hetta havt við sær, at vit komu út við einum vánaligum umdømi av teirri orsøk, at skuldin er so frammanundan.

Caragata vísti á, at tað kostar eina ótrúliga rúgvu av pengum árliga at hava hesa skuldina; pengar, sum kundu verið brúktir nógv betri til annað endamál.

Hann vísti eisini á, at var talan um, at føroyingar skulu klára seg sjálvar - tað er uttan hjálp frá dønum - so má skuldin niður, tí annars ber ikki til at lána meira pening um tað skuldi gjørst neyðugt.


Almannaveitingarnar skerjast

Tá landskassin fær minni inn, so skal eisini minni út aftur í hinum endanum og fyri at minka um almennu útreiðslurnar leggur nevndin upp til, at almannaútreiðslurnar skulu skerjast við 10 til 15 prosentum.

Nevndin kom, sum verða mann ikki beinleiðis inn á hvørjir postar skulu lækkast, men nevndi pensjónirnar og arbeiðsloysisgjaldi, sum tveir møguleikar.

Caragata nevndin vísti á, at almannaútreiðslurnar í Føroyum eru ov høgar í mun til tjóðarinntøkuna, og vísti á, at almannaútreiðslurnar í Íslandi bara svara til helmingin av tí tær gera her á landi.

Í heila tikið vísti Caragata nevndin á, at Ísland var eitt fyrimyndarliga gott dømi um hvussu farast skal fram.


Eingin fiski-

vinnustudningur

Eitt annað, sum Caragata nevndin nam við var tann í seinastuni so nógv umtalaði fiskivinnustuðulin.

Nevndin sigur bart út, at politikararnir skulu halda fingararnar langt vekk frá studningi.

Fiskivinnan skal klára seg sjálva og tað ger hon eisini fær hon tær røttu umstøðurnar.

Í staðin mælir Caragata nevndin til, at løgtingið avtekur forðingarnar sum avmarkað útlendsku íløgurnar í Føroyum.

? Avmarkingarnar skulu burtur, so tað gerst áhugavert hjá øðrum at gera íløgur í Føroyum, segði Caragata og vísti á Ísland, sum eitt land, sum er ótrúliga væl egna fyri føroyingar at samstarva við.


Skatturin skal niður

Viðvíkjandi skattinum sigur Caragata nevndin, at skatturin í Føroyum er alt ov høgur, men teir siga eisini, at tað ber ikki til at lækka skattin í einum. Hetta skal gerast yvir eitt tíðarskeið, og tað skal gerast eftir ávísum leisti.

Teir mæla til, at skatturin hjá partafeløgum fyrst verður lækkaður, og teirra uppskot er, at skatturin verður lækkaður til 20 prosent í fyrsta umfari fyri seinni at fara niður á 12,5 prosent.

Dr. Gerald Scully hevði gjørt nakrar útrokningar sum vísa, at skatturin í Føroyum í mesta lagið eigur at vera 31,5 prosent. Tá fær samfelagið mest burturúr. Í løtuni er skatturin umleið 30 prosent hægri enn 31,5 prosent.

Hetta er kortini ikki nakað, sum verður gjørt eftir einum degi, og seinasta orðið í sambandi við Caragata álitið er ikki sagt á hesum sinni.

Sosialurin fer í komandi døgum at gera meira burtur úr tí, sum var lagt fram á Hotel Føroyum týsdagin.