Fiskamarknaður
Uppboðssølan hjá Fiskamarknaði Føroya var eitt stórt og kollveltandi frambrot innan føroyska fiskasølu, tá ið hon kom fyri meira enn 10 árum síðan. Men í dag virkar skipanin slett ikki til ávís fiskasløg, og tað hevur ikki verið nóg góður vilji í nevndini at broyta skipanina, sum tískil ikki er dagførd hesi árini.
Hetta sigur Árni Joensen, sum er formaður í Føroya Fiskaseljarafelag.
Hann leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann tosar um ta uppboðssøluskipan, vit hava í dag. Árni gevur henni nevniliga bæði rós fyri tað, hon var, tá ið lunnar vórðu lagdir undir hana, men so sanniliga eisini rís fyri, at hon við tíðini ikki er lagað til broyttu umstøðurnar.
- Krøvini økjast alla tíðina. Einki stendur í stað. Alt broytist. Tær politisku bindingarnar, sum í sínari tíð vórðu lagdar á sølu og keyp av fiski í Føroyum, vóru ivaleyst uppá sítt pláss, tá ið skipanin byrjaði. Tær vórðu álagdar við góðari meining. Endamálið var at forða fyri ov stórum útflutningi av óvirkaðum fiski og í staðin varðveita fiskin og arbeiði í landinum.
- So hvørt, sum tíðirnar og umstøðurnar eru broyttar, ber slett ikki til at selja ávís fiskasløg um hesa skipan, tí neyðugu tillagingarnar ongantíð eru framdar. Hetta er serliga galdandi fyri upsan, sum slett ikki fær nakað boð, og við hýsuni hava eisini verið stórir trupulleikar, tó at tað hevur gingið heldur betur at selja hýsuna hjá línubátunum í seinastuni. Hóast bata, hava hýsuprísirnir kortini verið alt ov lágir, ásannar Árni.
Kartell-líknandi
Hann sigur, at treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um, at fiskurin skal bjóðast út og seljast á føroyskari uppboðssølu, áðrenn hann kann flytast út av landinum, føra til dupultmoral og í ringasta føri til anarki.
- Í fleiri førum verður fiskurin seldur fyri spottprís, har seljarin keypir fiskin aftur sjálvur og selir hann av landinum. Soleiðis, sum skipanin er samansett, kann eingin fyribyrgja, at kartell-líknandi avtalur ikki verða gjørdar. Einki er niðurskrivað, og eingin kann ábyrgdast fyri nakað.
Árni sigur, at soleiðis, sum støðan er, fær upsin einki veruligt boð á uppboðssøluni í dag.
- Fyri at fáa loyvi at selja upsan av landinum, skal fiskurin fyrst um uppboðssøluna. Jú, lægri søluvirðið er, tess minni avgjald liggur eftir hjá Fiskamarknaði Føroya. Tann, ið selir fiskin, setir ein lágan minstaprís og keypir hann aftur sjálvur. Aðrir keyparar bjóða vanliga ikki uppá henda fiskin, tí teir vita, hvussu henda sølan hongur saman, og at tað er seljarin, sum vil hava fiskin aftur sjálvur.
Í sínum starvi sum sølumaður hjá P/F Vesturvón, tekur Árni Joensen sær nú eisini av søluni hjá ísfiskatrolarunum, Akranesi og Dragasundi, sum eru fyrrverandi Sardis og Topas og Vestursøka og Vesturleika, sum eru fyrrverandi Stjørnan og Polarhav. Hesi skipini eigur og rekur felagið nú eisini.
- Vit koyra onga proforma-sølu ígjøgnum, hóast vit hava selt næstan hvørja last uttanlands síðan í februar. Hetta hevur givið okkum ein munandi betri miðalprís, enn um veiðan varð seld og keypt til virkingar í Føroyum.
Árni ásannar, at hevur tú eitt loyvi at fiska undir
Føroyum, hevur tú sum reiðari sjálvsagt eisini skyldu til at taka samfelagsligt atlit og at vera objektivur, sum hann tekur til.
- Men sum seljari av veiðini, ið skip og manning fáa, hevur tú eisini skyldu til at royna at fáa sum mest fyri fiskin og selja veiðina, har bestu boðini eru.
Altjóða uppboðssøla
Sum tíðin er liðin, og vinnan hevur sæð, hvønn veg tað ber við Fiskamarknaði Føroya, eru bæði fiskaseljarar og fiskakeyparar vorðnir sannførdir um, at neyðugt er at taka felags stig. Størsti trupulleikin hjá seljarunum er, at ávís fiskasløg fáa einki boð á uppboðssøluni, og trupulleikin hjá fiskakeyparunum er, at so nógvur fiskur fer av landinum, sum teir í veruleikanum ikki fáa høvi at bjóða uppá.
- Síðan eg gjørdist formaður í Ráfiskaseljarafelagnum í fjør heyst, hava vit tosað nógv við Ráfiskakeyparafelagið, har Páll Gregersen er formaður. Úrslitið er, at vit nú hava stovnað eitt felag, sum hevur til endamáls at skipa eina altjóða uppboðssølu, har føroyskir keyparar undir liðini á útlendskum keyparum kunnu bjóða uppá fiskin, sum føroysku skipini veiða.
Árni ásannar, at neyðugt er við politiskum vilja til
tess at taka av bindingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum forða fyri einum slíkum altjóða marknaði.
- Eg havi góðar vónir um, at politiski myndugleikin fer at taka hetta málið upp og vil fremja neyðugu og átrokandi broytingarnar.
Formaðurin í Ráfiskaseljarafelagnum væntar, at nýggi fiskamarknaðurin ? um alt gongur, soleiðis sum feløgini ætla - kann fara undir sítt virksemið til heystar.
- Eg dugi ikki at síggja, at politiski myndugleikin hevur nakað val og vóni tískil, at hann vil verða við til at skapa neyðugu fyritreytirnar fyri einum nútímans og dynamiskum fiskamarknaði, har fiskurin verður bjóðaður út og seldur tí keypara, sum vil geva mest fyri hann.
Árni vísir á, at føroyskir fiskakeyparar í eini tílíkari skipan framvegis hava fiskin her heima hjá sær, meðan útlendingar hava geografiina, sum hann tekur til, ímóti sær.
- Eg vóni, at tað arbeiði, sum nú er sett á lunnar, endar við, at vit fáa eina nýggja uppboðssølu, sigur formaðurin í Ráfiskaseljarafelagnum.
Dýrt at selja
Spurdur, hvørja lagnu hann væntar, at Fiskamarknaður Føroya fer at fáa, um ein altjóða uppboðssøla verður sett á stovn, sigur hann, at tað dugir hann illa at meta um.
Árni vísir á, at hóast umskipingar nú eru uppá tal á Fiskamarknaði Føroya, har sjálv sølan verður skipað í einum felag fyri seg og landingin fyri seg, dugir hann ikki at síggja, at hetta kann forða fyri, at ein nýggj uppboðssøla verður sett á stovn.
- Tað er alt ov dýrt at selja fisk um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, og serliga tungar eru hesar útreiðslur at bera, tá ið fiskaprísurin er lágur.
Árni nevnir eitt tilvildarligt dømi, har hann seldi nøkur kilo av brosmu.
- Eg haldi, at søluvirðið var 544 krónur, men tá ið avtornaði, og allar útreiðslur vóru drignar frá, lá minni enn helmingurin av søluvirðinum eftir hjá okkum. Minnist eg rætt, var nettotalið einar 220 krónur av 544.
Hann leggur dent á, at hetta var ein lítil nøgd, men hetta sigur eitt sindur um, hvussu dýrt tað kann vera at selja um verandi uppboðssølu.
- Ein uppboðssøla skal ikki ríka seg upp við at leggja høg gjøld á søluna. Tað, sum ræður um, er, at seljarin fær marknaðarprís fyri fiskin, og at keyparin fær møguleika at keypa fiskin í kapping við aðrar. Tískil eigur ein uppboðssøla at verða ogn hjá teimum sum selja og teimum sum keypa. Tað eigur ikki at vera soleiðis, at tilvildarlig feløg ríkað seg upp av partabrøvum í eini uppboðssølu. Hetta eigur at verða ein non-profit fyritøka, har ágóðin av søluni eigur at koma vinnuni til góðar og ikki partaeigarunum í uppboðssøluni.
Hann heldur sum nevnt, at verandi skipan var í lagi, tá ið Fiskamarknaður Føroya byrjaði, men tíðin er langt síðan farin frá hesi skipan.
- Verandi uppboðssøla er vorðin ov gamaldags, tí hon er ikki dagførd, sum hon átti at verið.
Ein portalur
Árni sigur, at hann kann saktans liva við, at allur fiskurin undan Føroyum verður boðin út í Føroyum, men treytin um, at hann eisini skal seljast í Føroyum, má burtur.
- Tað er í lagi, at allur fiskur verður boðin út her hjá okkum, men latið tann, sum gevur besta prísin, sleppa at keypa.
Hann sigur, at ætlaða altjóða uppboðssølan, sum seljarar og keyparar nú arbeiða við at stovnseta, skal ikki hava fleiri dupult-funktiónir við eitt nú skráseting av tølum til myndugleikar og stovnar.
- Her kundi nógvur peningur verið at spart, sigur hann.
Árni vísir á, at uppboðssølan hjá aktørunum í vinnuni, sum hann tekur til, verður at sammeta við ein framsýningarglugga ? ella ein portal.
- Skipini, sum eru úti, skulu tasta veiðitøl og annað inn einaferð um døgnið og bátarnir, sum landa dag um dag, skulu tasta tølini inn á landingarmiðstøðini, har teir leggja fiskin upp. Á henda hátt kunnu keyparar gera sær eina mynd av, hvør fiskur er og kemur á marknaðin komandi dagarnar, og harvið kunnu teir eisini gera sær greitt, hvørji fiskasløg og hvørjar støddir, tey skulu brúka ? men ikki minst; nær tey kunnu vænta sær at fáa fiskin.
Hann sigur, at tað skal ikki vera soleiðis, at seljarar kunnu taka søluna, sum er boðin út, aftur, tá ið teir hava avgjørt, at veiðan skal seljast.
- Sum seljari kanst tú bíða við at selja, men tá ið tú hevur trýst á "enter", skalt tú ikki kunna taka søluna aftur. Sum er í dag, er ikki ókent, at seljarin bakkar útaftur eftir, at sølan er byrjað. Eftir stendur keyparin við ongum fiski. Í hinum endanum fær hann ikki hildið tær avtalur, sum gjørdar eru við útlendsku avtakararnar.
Árni dugir ikki at síggja, hvat endamálið er við, at skip og manningar skulu rinda pening fyri proforma-sølur, sum nógvar av teimum, ið fara um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaðinum, eru.
- Hví skulu vit rinda fyri slíkt, spyr hann og heldur fyri, at verandi skipan er púrasta sjúk.
Hann undrar seg yvir, at eingin er vaknaður og
hevur gjørt meira fyri at broyta hesa skipan.
Formaðurin í Ráfiskaseljarafelagnum heldur avgjørt, at gongda leiðin er, at fiskurin verður boðin út og seldur á einum telduskíggja.
- Skipanin skal vera so einføld sum gjørligt, soleiðis at hvør Palleba á gøtuni kann síggja, hvat er í útboði, og hvat fiskurin verður seld fyri. Er sølan góð, er tað gott. Er hon minni góð, er tað lort.
Hann vísir á, at í Føroyum er vanligt, at seljarin ásetir ein minstaprís, men í okkara grannalondum er vanligt at byrja úr erva og síðan niðureftir.
- Er toskur á uppboði fyri 35 krónur fyri kilo, kemur kanska einki boð, fyrr enn prísurin er komin niður á 20 krónur fyri kilo.
Kappingarfør vinna
Árni sigur seg enn einaferð vóna, at nýggi fiskamarknaðurin kann koma í gongd til heystar, men sum hann nevndi fyrr í samrøðuni, verður neyðugt at taka spurningin um verandi bindingar upp við myndugleikarnar.
- Eg vænti, at ein slíkur marknaður kann gerast ein partur av einum norðuratlantiskum neti, har stórur áhugi verður fyri tí fiski, sum boðin verður út í Føroyum.
Hann ásannar, at tað sjálvsagt kann henda, at neyðugt verður við ymiskum tillagingum, tá ið skipanin er sett í verk, tí tað finst eingin endalig skræddaraseymað loysn. Men hann er rættiliga sannførdur um, at hetta verður ein livandi marknaður við stórum dynamikki, sum fer at tæna seljarum, keyparum og samfelagnum øllum.
- Bæði ráfiskaseljarar og ráfiskakeyparar eru so avgjørt áhugaðir í at hava eina burðardygga vinnu, tí hetta er okkara skylda sum aktørar á økinum.
Árni ivast onga løtu í, at vit eiga at hava hurðarnar á gloppi fyri útlendingum, sum vilja keypa fisk í Føroyum.
- Eg beri ikki ótta fyri, at hetta kemur at ganga útyvir virkini á landi, tí við nýggju skipanini fer fiskurin, sum verður boðin út í Føroyum, ikki á sama hátt sum nú fram við føroysku virkjunum og av landinum, sum hann í stórum nøgdum fer í dag. Vit hava eina kappingarføra vinnu, sum eg havi álit á fer at standa seg í kappingini við aðrar, sigur formaðurin í Ráfiskaseljarafelagnum, Árni Joensen, at enda.