Tey, sum búgva í italsku bygdini Santo Stefano, royna nú at fáa eitt sindur burtur úr ferðamannaskipinum Costa Concordia, sum liggur á liðini í fjøruni uttan fyri bygdina.
Santo Stefano var fiskivinnubygd, men tað er ein farin tíð, og nú royna fólk at selja forvitnum fremmandafólki ein stimitúr út til skipið og fram við tí fyri 10 evrur.
Tað er avgjørt, at tað 114.500 tons tunga Costa Concordia skal flotast og flytast til eina skipasmiðju, og tær seinastu vikurnar hava serfrøðingar hjá bjargingarfeløgum gjørt klárt til at flota skipið.
Costa Concordia strandaði við italsku eysturstrondina í januar. Vanlukkan, sum stóðst av ósketni, kostaði 32 fólkum lívið.