Síðani fíggjarkreppuna er bilasølan í Føroyum meira enn tvífaldað.
Ein av teimum vinnugreinum, sum einafyrst kennir sviðan, tá konjukturarnir fella, er bilasøluvinnan. Soleiðis hvarv so at siga øll bilasøla í Føroyum í kreppuni í nítiárunum. Ringasta árið í kreppuni í nítiárunum var samlaða bilasølan í Føroyum niðan fyri 130 bilar tað eina árið.
So galið var tað ikki í fíggjarkreppuni, sum hevur gjørt um seg síðani 2008. Men hon sást eisini væl aftur í bilasølutølunum. Ringasta árið var í 2009, tá bilasølan var niðri á 1.053 bilum. Tað er væl niðan fyri tað, sum roknað verður sum "normal søla". Tað talið liggur um 2.000 bilar um árið.
Taka vit støði í sølutølunum fyri 2009, so er bilasølan javnt vaksin øll árini síðani – og í fjør var talið av seldum bilum meira enn tvífalt tað, sum tað var í 2009 – ella 2.201 bilar, sum er 109 prosent meira, enn talið í 2009.
Sølutølini fyri seinastu sjey árini síggja soleiðis út, sum víst er í talvuni niðanfyri. Index er árið 2009, tá seldir vóru 1.053 akfør
Ár | seldir bilar | %-munur 2009 |
2014 | 2201 | 109 |
2013 | 1852 | 76 |
2012 | 1527 | 45 |
2011 | 1218 | 16 |
2010 | 1135 | 8 |
2009 | 1053 | 0 |
2008 | 1948 | 85 |
index: 2009 |
|
|










