Selja íslendskt vatn í Kina

Kinesiska fyritøkan China Water and Drinks, sum selir fløskur við drekkivatni á tí stóra kinesiska marknaðinum, hevur gjørt av at fara á marknaðin við íslendska vatninum Icelandic Glacial.

Financial Post skrivar, at partarnir hava tingast um samstarv í seinastuni, og at tann fyrsta sendingin av íslendskum vatni til Kina fer til Shanghai í næsta mánað.

China Water and Drinks, sum er dóttirfelag hjá amerikonsku fyritøkuni Heckman Corpartion, sigur, at stórur tørvur er á góðum drekkivatni í Kina, og fyritøkan ivast ikki í, at kinesarar fara at keypa tað íslendska vatnið.

Jón Ólafsson, sum eigur Icelandic Glacial, sigur við Financial Post, at fyritøkan hevur sett sær sum mál at selja vatn um allan heimin, og at sáttmálin við tað kinesiska felagið er eitt úrslit av marknaðarføringini.