Umframt stóru almennu partafeløgini, sum ætlandi verða einskild komandi tíðina, eigur landið eisini partapening í einstøkum øðrum virkjum.
Vinnumálaráðið boðar nú frá, at ætlanin er at selja partapeningin í P/F Tjaldur og í P/F Ognarfelagnum 1980.
Tilsamans er talan um partabrøv, sum hava eitt innara virði á 6,2 mió kr. Íløgum hjá landinum í bæði feløgini var í sínari tíð 211.400 kr., so illa kann sigast annað, enn at talan hevur verið um góða íløgu.
P/F Ognarfelagið er móðurfelag, sum eigur P/F Beta, Sp/F Handils- og Frystivirkið, P/F Kongshavn, Sp/F Kolan og P/F John Dam & Co. Sp/F Ognarfelagið 1980 eigur øll feløgini 100% uttan P/F Kongshavn, sum P/F Beta og Sp/F Handils- og Frystivirkið eiga 100%.
Av samlaða partapeninginum upp á 1.000 tkr. eigur landið tær 70 tkr. ella 7%. Eginognin hjá felagnum var við árslok 2004 knappar 44 mió kr., og er ognarparturin hjá landinum sostatt 3.071 tkr.
P/F Tjaldur er gamla skipafelagið. Har er partapeningurin 5.050 tkr., og av hesum eigur landið tey 2,8%, svarandi til 141.400 kr. Eginogn felagsins var við árslok 2004 knappar 112 mió kr., og er lutfallið hjá tí almenna av hesum 3.128 tkr.
Partapeningurin verður seldur sambært reglunum hjá einskiljingarnevndini um sølu av minniluta partabrøvum hjá landinum. Minstiprísurin er ásettur til innaravirðið.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur biðið P/F Føroya Banka skipa og standa fyri søluni av partabrøvunum.