Selja nú gávulutir og kryddarí

Týsdagin 23. mai skifti handilin Fa. Eilif Arge í Klaksvík navn til Eilif Arge Gávubúð. Samstundis vaks handilin frá 40 til 120 fermetrar og selur nú gávlutir í staðin fyri ur- gull og silvur


Eilif Arge Gávubuð er ein nýggjur handil í Klaksvík. Handilin er ein umbygging og víðkan av Fa. Eilif Arge. Nú talan um stórt úrval av gávulutum, har ímillum kryddaríir av slagnum Cemo. Tað er Marit Rønstad, interiør-designari úr Norra, sum hevur designað nýggju handilshølini.
 
Fa. Eilif Arge varð sett á stovn í 1960, og hevur verið rikin sum ein famlijufyritøka síðan tá. Eftir at Eilif Arge doyði í 1968 rak konan, Gerda, handilin til sonur Magnus Arge tók yvir.
 
Handilin hevur frá byrjan av verið er ein serhandil innan ur- silvur og gull. Síðan 1983 hevur Fa. Eilif Arge hildið til í egnum handilshølum við Klaksvíksvegin, har tveir triðingar av hølunum hava verið leigaði út til aðrar handlar.
 
Magnus Arge sigur, at nú brúka tey allan handilsbygningin sjálvi og hava bygt hann um til eina gávubúð upp á tilsamans 120 fermetrar. Vit hava altíð selt gávulutir saman við t.d. urum, gulli og silvuri. Hóast vit hava bygt handilin um til gávubúð, hava vit framvegis tænastu upp á tað sum vit hava selt, og selja t.d. bestikk, steyp, silvur til føroysk klæðir og gera alt graveringsarbeiði, sigur Magnus Arge.