Meðan inntøkan hjá landinum av Rúsdrekkasøluni eru støðug, slakar 17 milliónir krónur um árið, so stagnera sølutøluni hjá Rúsdrekkasølu Landsins.
Samlaða sølan í ár er mett til 119 milliónir krónur, meðan hon var 126 milliónir krónur í fjør. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár verður mett, at sølan verður 125 milliónir krónur. Men parturin, sum landskassin fær í vinningsbýti frá Rúsdrekkasøluni verður 16,8 millionir krónur.
Rúsdrekkasølan er landsfyritøka undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, og hevur Rúsdrekkasøla Landsins sjey sølubúðir kring landið.









