Fyrstu rognini frá strúkingini í november/ desember í fjør eru pakkað og send til smoltstøðina við Gjógv.
- Nú er helvtin av ársframleiðsluni seld, sigur Astrid Hansen, framleiðsluleiðari, við heimasíðuna hjá Fiskaaling.
Fiskaaling arbeiðir støðugt fram í móti at kunna selja rogn alt árið. Hetta verður gjørt við ljósstýring sum ger, at til ber at fáa fiskin gýtingarbúnan eftir ynski.
- Sum er, verður roknað við, at tað í ár fer at bera til at selja rogn í 10 mánaðir.
Fiskaaling sigur, at seinasti lívfiskurin í hesum umfari varð strokin í februar, og rognini verða latin í juni. Byrjað verður aftur at strúka í august.