Selja kirkjugarðin

Sands kommuna hevur nú gjørt avtalu við Mentamálaráðið um, at landið yvirtekur kirkjugarðin við teimum mongu fornminnunum í, og fyri peningin fer kommunan at gera nýggjan kirkjugarð

Kirkjugarðurin á Sandi varð longur, men tá henda tað ólukkuliga fyri bygdina, at áhugaverd fornminni vórðu funnin har.
Tað skuldi tí ikki gravast meira, og kommunan varð biðin um at finna annað øki til kirkjugarð.

Ognartøka
Hetta málið hevur drigið út, tí kommunan vildi hava landið at gjalda fyri, at kommunan noyddist at útvega sær annað øki. Kommunan metti tað sum ognartøka av nýtslurættinum og harvið lendinum, sum kommunan vildi hava endurgjald fyri.
Hesa tíðina hevur tó verið neyðugt at grava í friðaða kirkjugarðinum, tí tað fanst eingin annar møguleiki.
Men nú er loysnin funnin.
Kommunan hevur havt fund við Mentamálaráðið, sum hevur sagt seg vera til reiðar at finna peningin at keypa kirkjugarðin fyri.
Upphæddin svarar til tað, sum tað fer at kosta at gera nýggjan kirkjugarð.
Brandur Sandoy, borgarstjóri sigur, at henda avtala ikki er viðgjørd í kommunustýrinum, tí hon er so nýggj, men hann heldur seg hava skilt, at avtalan fær fulla undirtøku í kommunustýrinum.
Hvar nýggi kirkjugarðurin skal verða er ikki greitt. Heldur ikki tann spurningurin er viðgjørdur í kommunustýrinum enn.