Bilsasølan í Føroyan veksur framvegis við risafetum.
Tað kann staðfestast, nú fyrsti ársfjórðingur í ár er farin aftur um bak.
Í fjør vaks bilasølan munandi aftur ímóti 2011, men tølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár vísir, at bilasølan heldur á at veksa.
Tølini vísa, at higartil í ár hava føroysku bilasølurnar selt fýra bilar um dagin.
Soleiðis er bilasølan í fyrsta ársfjórðingi í ár heili 34,7% størri enn hon var fyrsta ársfjórðing í fjørð.
Akstovan sigur, at fyrsta ársfjórðing í ár eru seld 384 akfør og tað eru 99 akfør fleiri enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør, tá ið 285 akfør vórðu seld.
Tað er serliga sølan av persónbilum, sum er munandi økt. Í januar, februar og í mars í ár eru seldir 306 persónbilar og tað eru 84 persónbilar fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 222 persónbilar vórðu seldir.
Annars eru broytingarnar lítlar, tó eru 17 vøruvognar fleiri seldir í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í sama tíðarskeiði í fjør, 40 vøruvognar higartil í ár, aftur ímóti 23 í sama tíðarskeiði í fjør.