Í Russlandi hava myndugleikarnir gjørt av at selja ein part av stóra oljufelagnum Yukos, sum er komið í álvarssamar fíggjarligar trupulleikar orsakað av einari ovurstórari skattarokning. Russiska skattavaldið hevur kravt, at Yukos skal rinda 50 milliardir dollarar í skatti, og tað hevur felagið ikki ráð til.
Fyribils hava myndugleikarnir gjørt av at selja eitt gassfelag, sum Yukos eigur. Sambært tíðindastovuni Interfax er ætlanin at selja gassfelagið fyri góðar 20 milliardir krónur, men óheftir serfrøðingar siga, at felagið er nógv meiri vert á fría marknaðinum. Teir halda, at gassfelagið hjá Yukos er einar 60 milliardir krónur vert, men at myndugleikarnir hava sett prísin alt ov lágt, tí ætlanin er, at tað almena Gazprom skal keypa tað. Altjóða íløgubankin Dresdner Kleinwort Wasserstein, sum russisku myndugleikarnir bóðu gera eina meting av gassfelagnum hjá Yukos, kom til, at handilsvirðið liggur ímillum 85 og 100 milliardir krónur.
Russiskir fjølmiðlar hava teir seinastu dagarnar róð uppundir, at politikararnir í Kreml vilja hava ræðið á øllum tí russiska olju- og gassídnaðinum. Eitt av bløðunum skrivaði mánadagin, at í Russlandi hendir tað øvugta av tí, sum hendir aðrastaðni.
-Tess hægri oljuprísurin er, tess minni kostar tað at keypa russiska oljuídnaðin, skrivaði vinnulívsblaðið Vedomosti.










