Kinesiska tíðindatænastan Caixin avdúkar nú, at myndugleikarnir hava tikið í minsta lagi 20 børn úr einum fátækraøki, og at tey síðani eru seld til ættleiðing uttanlands. Børnini eru tikin frá fátækum foreldrum, sum hava brotið regluna um, at hjún skulu bara hava eitt barn.
Caixin sigur, at embætismenn hava skrásett tey tiknu børnini sum foreldraleys og koyrt tey á eitt barnaheim. Sum samsýning hava teir fingið knappar 1.000 krónur fyri hvørt barn. Barnaheimið hevur so selt børnini til ættleiðing í USA, Niðurlondum og Póllandi fyri knappar 15.000 krónur hvørt.
Tíðindini um handilin við børnum úr tí fátæka Hunan-landspartinum hava vakt stóran ans. Sambært Caixin byrjaði hetta fyri tíggju árum síðani, og tíðindatænastan veit um eini hjún, sum hava funnið teirra barn aftur í USA sjey ár eftir, at tað varð tikið frá teimum.
Kinesisku myndugleikarnir hava gjørt av at kanna upplýsingarnar hjá Caixin.










