Fyrsti landsdystur í nýggju høllini við Tjarnir verður mikudagin 12. mars, tá føroyska manslandsliðið tekur í móti Hollandi.
Men enn eru atgongumerkini ikki sett til sølu.
– Holland hevur freist til 12. februar at boða frá, um tey ynskja at brúka tey 10 prosentini av atgongumerkjunum, sum tey hava rætt til.
– So vit seta atgongumerkini til sølu ein mánað fyri dystin, tað vil siga 13. ella 14. februar, sigur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandinum.
EM-undankappingardystirnar móti Hollandi verða á heimavølli við Tjarnir mikudagin 12. mars og á útivølli í Almere í Hollandi sunnudagin 16. mars.