Selja 7,5 tons av sós um árið

– Í fjør serveraðu vit 7,5 tons av sós afturvið kotelettunum, sigur Hans Andreasen, stjóri í Irish Pub í Havn.

Skalt tú út at eta í Havn, so eru møguleikarnir fleiri.

Eitt av støðunum er Irish Pub, ið er ein Pub, sum hevur altjóða støði, og úrvalið á drykkivørum er sera stórt.

– Tá ið vit skiftu til Irish Pub, vildu vit hava ein rætt, sum var okkara speciali, sigur Hans Andresasen, eigari.

– Eitt sum var ’in’ fyrr í tiðini, tá ið Perlan var í gongd, var tann góða stóra Perlukotlettin. Hon var so væl umtókt, at vit vildu royna at gera tað sama konseptið, sigur Hans Andreasen.

– Vit settu okkum í samband við kokkin í Perluni, og eftir tríggjar mánaðir, so høvdu vit fingið tað rætta kjøtið, og konseptið var fullført. Og ikki kann sigast annað, enn at hetta hevur eydnast væl. Vit selja umleið 200 kotelettir um 26 dagin, og viskiftafólkinum dámar væl, at vit servera nógva sós afturvið, sigur Hans Andreassen.

Og tað kann av sonnum sigast, at nógv sós fer um diskin í Irish Pub.

– Í 2019 serveraðu vit 7,5 tons av sós afturvið kotelettunum, sigur Hans Andreasen.

Á einari Írskari Pub fæst sjálvandi eisini fiskur og kips. Tað eru serliga útlendingar, sum spyrja um tað. Fiskur og kips er at fáa á øllum Írskum Pubbum kring allan heim.

– Og her er eisini goð́skan í topp, sigur Hans Andreasen.

– Tann føroyski fiskurin er so hvítur og feskur. So tað er avgjørt nakað, sum kundar okkara eru glaðir fyri, sigur Hans Andreasen.