Ein bólkur av heilsustarvsfólki í Vietnam er ákærdur fyri at selja fleiri enn 250 pinkubørn til ættleiðing. Sambært Sky News vilja amerikansk embætisfólk vera við, at Vietman hevur ikki nóg neyvt eftirlit við ættleiðingunum í landinum.
Ákærdu heilsustarvsfólkini hava eftir øllum at døma selt pinkubørn hjá ógiftum mammum og fátøkum famljum.
Eisini eru tey ákærd fyri at falsa skjøl, sum skuldu vátta, at børnini vórðu funnin á gøtuni í smábygdum kring landið.
Roknað verður við, at 266 pinkubørn eru seld í tíðarskeiðinum frá 2005 til summarið í 2008, og at prísurin fyri eitt pinkubarn var 2700 danskar krónur.
Tey 16 ákærdu heilsustarvsfólkini, sum bæði fevna um læknar og sjúkrasystrar, kunnu vænta sær upp í 10 ára fongsul í part.










