Seldu Grønland í Madrid

Tey, sum vitjaðu ferðavinnustevnuna FITUR í spanska høvuðsstaðnum Madrid í síðstu viku, fingu millum annað eitt vinarligt tilmæli um at fara til Grønlands at ferðast. FITUR er serliga ætlað teimum londum, ið hava spanskt sum høvuðsmál, og sambært grønlendska kringvarpinum høvdu spaniumenn stóran áhuga fyri Grønlandi sum ferðamáli.

Í fjør vóru umleið 600 sponsk ferðafólk í Suðurgrønlandi, og talið hevur verið veksandi tey seinastu árini, sigur KNR.

Grønlands Turist- og Erhvervsråd stóð fyri tí grønlendska básinum í Madrid.