Seldu fyri 50 milliónir meira enn ætlað

Stórur áhugi var fyri at tekna lánsbrøv í BankNordik til at fíggja yvirtøkuna av Amagerbanken. BankNordik hevur harvið styrkt kapitalgrundarlagið við 600 mió. kr. og broytir eisini sín politikk í samband við vinningsbýti.

- BankNordik hevur í dag fullført eina væleydnaða lánsbrævatekning av hybridum kjarnukapitali og ábyrgdarláni í samband við avtalaðu yvirtøkuna av sunna partinum av Amagerbanken. Meginparturin av privat teknaðu lánsbrævaútgávuni er keyptur av stovnsligum íleggjarum í Danmark. Tað sigur bankin í tíðindaskrivi í morgun.?

BankNordik hevur givið út lánsbrøv fyri 600 mió. kr og harvið styrkt sítt kapitalgrundarlag. Lánsbrøvini eru givin út sum hybridur kjarnukapitalur og ábyrgdarlán og eru tí partur av bankans samlaða kapitalgrundarlagi. Upprunaliga ætlaði bankin at geva út lánsbrøv fyri 550 mió.kr, men av tí at áhugin fyri lánsbrøvunum var so stórur, valdi bankin at geva fleiri lánsbrøv út.?

BankNordik hevði ein solvens uppá 17 prosent eftir fyrsta ársfjórðing 2011. Eftir yvirtøkuna av sunnu pørtunum av Amagerbanken og tilknýttu lántøkuna verður solvensurin umleið 15 prosent.?

- Vit eru glað fyri undirtøkuna, sum yvirtøkan av Amagerbanken hevur fingið frá eini røð av professionellum íleggjarum. Áðrenn vit tóku avgerð um at keypa Amagerbanken, fingu vit tilsøgn frá fleiri stovnsligum íleggjarum til ætlaðu lánsbrævaútgávuna. Nú kunnu vit staðfesta, at undirtøka er fyri okkara ætlan, og hetta er prógvað við eini munadyggari tekning av teimum lánsbrøvum, sum vórðu boðin út, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.?

Av nýteknaðu ábyrgdarlánsbrøvunum hevur Amagerbanken av 2011 A/S (eitt felag undir Finansiel Stabilitet) teknað seg fyri 300 milliónir, sambært avtalu um yvirtøku av Amagerbanken.?

Tá ið avtalan við Finansiel Stabilitet um yvirtøku av sunnu pørtunum av Amagerbanken varð kunngjørd 18. mai 2011, upplýsti BankNordik, at økta virksemið varð tengt at, at bankans kapitalgrundarlag bleiv styrkt. Orsøkin er, at tað hevur verið og framhaldandi er ein partur av bankans strategi at hava eitt sterkt kapitalgrundarlag og eitt gott gjaldføri.?

Íroknað nýggja kapitalin og áður upptikna hybridláni frá danska statinum verður solvensur bankans eftir yvirtøkuna umleið 15 prosent, sum er ein hóskandi yvirdekningur í mun til lógarkravið, sum er 8 prosent. Fyriuttan nýggja kapitalin og hybridláni er kjarnukapitalprosent bankans 9,6. Í samband við lánsbrævaútgávuna hevur bankin gjørt av at avmarka útgjaldið av vinningsbýti til 10 prosent av árliga nettoúrslitinum, tó ikki meira enn 10 mió. kr. árliga, so leingi sum kjarnukapitalprosent bankans fyriuttan hybridlán er undir 10.?

Við keypinum av sunnu pørtunum av Amagerbanken fær BankNordik umleið 90.000 nýggjar kundar umframt innlán og útlan uppá 5 mia. kr. Yvirtøkan fer at økja innlánsyvirskotið hjá BankNordik við 1,1 milliard krónum, soleiðis at tað nú er 1,6 milliardir krónur. Samstundis verður bankans váðaspjaðing betrað – bæði landafrøðiliga og á ymisk virkisøki.?

Yvirtøkan av sunnu pørtunum av Amagerbanken verður væntandi endaliga avgreidd um stutta tíð.?