Bjarni Benediktson, sum var limur í fíggjarnevndini hjá íslendska Altinginum í 2008, seldir eftir øllum at døma næstan øll síni partabrøv fyri 119 íslendskar krónur – gott sjey milliónir krónur í okkara pengum – í bankanum Glitnir beint áðrenn húsagangin í oktober í 2008.
Tað vísa skjøl, sum nú eru komin fram, skrivar blaðið Stundin, gravandi miðlafólkurin Reykjavík Media og bretska The Guardian sambært tíðindastovuni NTB.
Bjarni Benediktsson noktar fyri at hava gjørt ein insiderhandil. Hann skrivar á Facebook, at allar flytingar hjá honum við Glitnir vóru púra vanligar, og at tað er kannað fleiri ferðir.
Eftir fíggjarkreppuna tóku myndugleikarnir í 2008 ræðið á trimum teimum bankum, Kaupthing, Landsbanki og Glitnir.
Altingsval verður í Íslandi 28. oktober. Valið varð skrivað út, tí ein av samgonguflokkunum í september fór úr stjórnini eftir eina pedofiligølu.
Flokkurin Ljós Framtíð fór úr stjórnini eftir eina gølu, har pápi forsætisráðharrans var partur í máli, har ein pedofilidømdur maður skuldi reinsast fyri at fáa eina reina revsiváttan aftur.
Sambært tíðindastovuni AP hjálpti pápi forsætisráðharrans, Benedikt Sveinsson, dømda manninum við at søkja um at »endurreisa æru sína«, so hann aftur kundi søkja sær arbeiði.
Maðurin var í 2004 dømdur sekur í at hava neyðtikið stjúkdóttir sína næstan dagliga í 12 ár. Hann var dømdur at sita í fimm ár.
Tá tað kom fram, at partar av stjórnini høvdu afturhildið upplýsingunum, gjørdi Ljós Framtíð av at fara úr stjórinni.
/ritzau/










