Seldi eydnubollar í Vágum

Ein maður varð í gjár handtikin í Vágum fyri at selja eydnubollar. Revsingin er sum fyri at selja rúsevni. Vágaportalurin skrivar í kvøld, at ein maður í Vágum í gjár varð handtikin fyri at hava selt eydnubollar, sum vóru ordineraðir honum av lækna.

Tað er bert ein vika síðani, at hann fekk eydnubollarnar, og tá nú eingin var eftir longu, varð hann handtikin og skuldsettur fyri at hava selt eydnubollarnar.

Lógin er greið, og sigur at tað er ikki loyvt at selja heilivág, og sambært Vágaportalinum, sigur løgreglan at revsingin fyri at selja eydnubollar er næstan eins hørð, sum tá talan er um rúsevni.