Norska brúkararáðið fær nógvar klagur millum ár og dag, og í fjør var talið oman fyri 100.000. Ráðið hevur eisini hugt at, hvaðani úr Noregi flestu klagurnar koma.
Tølini vísa, at tað serliga eru fólk í Telemørkini, sum klaga - ella, sum ikki lata alt um seg ganga. Troms liggur á øðrum plássi.
Helene Falch, deildarstjóri hjá brúkararáðnum í Troms og Finnmørkini, sigur, at tað serliga er í samband við keyp av bilum, bátum og húsvognum, at fólk stundum kenna seg snýtt - ella ikki eru nøgd við handilin.
- Allar ovast liggja mál, ið snúgva seg uim keyp av bilum. Hetta undrar heldur ikki, tí ein bilur kann saktans hava fleiri goymd brek. Tá er umráðandi, at bilabransjan tekur ábyrgd sum tann professionelli aktørurin, hon eigur at vera.
Helene Falch viðgongur, at nógv mál kunnu vera rættiliga trupul at taka støðu til og eittt av málunum, hon nevnir, snýr seg um ein bát, sum lá á havsins botni, tá sølan/ keypið fór fram.
"Verður seldur sum hann er - og har hann er..." Soleiðis ljóðaði sølulýsingin.
- Keyparin var greiður yvir, hvar báturin var. Avtalan var, at keyparin sjálvur skuldi taka bátin upp og skuldi gjalda fyri hetta arbeiði.
Men, sigur brúkaraumboðið, at keyparin í hesum førinum ikki tók bátin uppaftur fyrr enn árið eftir keypið.
- Tá helt keyparin, at báturin var í verri standi, enn tá hann keypti hann. Men lukkutíð, samdust partarnir og fingu avgreitt hetta mál sjálvir. Slíkt hevði verið eitt mál, ið hevði verið ógvuliga trupult at tikið støðu til, sigur Helene Falch, deildarstjóri hjá norska brúkararáðnum.