Friðarliga bygdin man vera sera væl egnað til at kobla av í. Tað liggja nógv summarhús á Selatrað og norðaliga í bygdini liggur høvuðsstøðin hjá skótunum í Føroyum. Hóast dýrdarveður og flotta umhvørvið, vóru eingin ferðafólk at síggja. Tað er kanska ein veikleiki, at tað ikki eru serliga góðir gistingarmøguleikar í bygdini. Ei heldur er nakað upplagt tjaldingarpláss.
Bygdin burdi heilt vist verið eitt av teimum støðunum, sum var eitt "must" hjá útlendskum ferðafólkum at upplivað. Eisini hevði tað verið upplagt hjá føroyingum, sum eru búsitandi aðrastaðni í landinum at ferðast á Selatrað.
Plantagan er vælegnað til útferðir og stuttlig hjá børnunum at spæla í. Niðri í bygdini er nógvur fríur bøur og ein lítil strond. Tað ber væl til at rógva við jollu á fjørðini og eisini at fiska.
Stutt sagt er Selatrað eitt upplagt evni til eina summarútferð.