Í kavastorminum mánadagin í farnu viku rendi ein av kavaruddingarmaskinunum hjá Landsverk seg fastan oman fyri Kolbeinagjógv.
Vegur smalkar um eina metur her, og onki skelti boðar frá hesum.
Hjá Landsverk eru tey fleiri fer gjørd varug við, at óhapp henda júst her.
Svarið frá Landsverki er tað sama hvørja fer: at tað er "kleyvarskapur" at koyra seg útav vegnum her.
Nú fór so ein maskina hjá Landsverk útav vegnum á júst sama stað – hvør feilurin nú er, kann lesarin sjálvur meta um.
At kavaruddingarakfør renna seg føst og fara útav, tá Selatraðarvegurin verður ruddaður, er ein afturvendandi trupulleiki.
Tað er at kalla á hvørjum ári, at akfør hjá Landsverk renna seg føst tá ruddað verður.
Tað er ikki nøkur løtt uppgáva hjá ókunnufólki, at rudda kava á illa dagførda og sera vánaliga Selatraðarvegi, ið gongur av Lághálsum til Selatraðar.
Vegurin er skiftivís smalur og breiður, og hartil er avmerkingina út av lagi vánalig. Koyrir tú av Lághálsum, og so langt norð tú sleppur eftir Selatraðarvegnum, er bara okkurt hissini ferðsluskeltið at síggja. Tað er ikki eitt einasta skelti, ið boðar frá at vegurin smalkar, hóast vegurin skiftivís breiðkar og smalkar, fyri hvørjar hundrað metur at kalla allan vegin til Selatraðar.
Tað er vónleyst hjá ein fremmandum at rudda kava, í so ringum líkindum sum tey vóru hendan mánadagin.
Um tað er tí, at førararnir á kavaruddingarakførum ikki hætta sær at rudda Selatraðarvegin, ella tað eru aðrar orsøkir skal ikki verða sagt her, men tað er ein sannroynd, at kavarudding á Selatraðarvegnum, verður forsømt í stóran stíl.
Tað er meira reglan enn undantakið, at kavaruddingarmaskinurnar hjá Landsverk venda sunnarlaga á Strondum, har vegurin smalkar til tað, hann er restina av teimum umleið 10 kilometrunum til Selatraðar.
Tað kemur fleiri ferðir fyri á hvørjum vetri, at fólk í bygdunum við Selatraðarvegin (Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað), ikki sleppa til arbeiðis, og børnini ikki í skúla orsaka av væntandi kavarudding.
Selatraðarvegurin var gjørdur av smágróti og eyri, fyrrapartin og miðskeiðis í farnu øld. Síðani er at kalla onki gjørt fyri at betra um koyriumstøðurnar, og er vegurin í dag als ikki tíðarhóskandi.
Eftir øllum at døma hevur hesin vegur ongan góðan hjá teimum, ið skula umsita vegin, og enn minni hjá teimum, ið játta skulu pening til nútímansgerð av hesum 60 – 70–ára gamla vegi. Asfalt er lagt á nakrar ferðir, og har ikki eyrur er undir asfaltinum, er ber mold. Tað sigur seg sjálvt, at vegurin ikki kann halda til tey akfør, vit í dag hava. Vegurin er skrædnaður í fleir støðum og er ikki tryggur at ferðast á, ja hann er beinleiðis vandamikil fyri tung akfør.
Hjá okkum, ið ferðast dagliga eftir hesum veg, er spurningurin ikki "um" vanlukkan hendir, men "nær" hon hendir. Tað er bara at vóna og biðja til, at tað ikki verður skúlabussurin ella ein bussur við 50 ferðafólkum til Selatraðar, ið verður tann vanlukkan rakar.
Á strekkinum av Lághálsum og norður til Selatraðar, eru onkrar hissini grótrúgvur tveittar og skal hetta eitast at betra um vegin.
Tey sum dagliga ferðast her, eru alt annað enn samd við hesum.
Seinasta "stuntið" var at tveita nakrar hundrað rúmmetrar av grótið – tí peningur var til avlops aðrastaðni beint fyri árslok – ímillum Morskranes og Selatrað. Fyri at fáa tilfari hagar, skuldu stórir og tungir bilar koyra eftir tí vánaligasta parti av Selatraðarvegnum, og við tí úrslitið at tann frammanundan vánaligi vegur gjørdist enn verri.
Hetta arbeiði liggur nú í hálvum gekki og er bara til tað verra.
Fyri tveimum trimum árum síðani var tað sama gjørt á Steffanstanga – sunnan fyri Morskranes. Hetta arbeiðið liggur eisini í hálvum gekki, og er sum er ikki til nakra verðsins nyttu.
Fólk standa spyrjandi? Hví verður peningurin ikki nýttur við eitt sindur av skili, og hví verður ikki byrjað frá einum enda, og arbeiðið gjørt liðugt so hvørt?
Sum nú er liggja fleiri pettir í hálvum gekki, og er hetta bæði synd og skomm fyri tey, ið skula eitast at standa fyri.
Var alt hetta tilfar nýtt at breiðka vegin, og at gera vegin av nýggjum frá endanum av Strandavegi, høvdu vit í dag góða veg, hálva leið til Selatraðar. Tað hevði verði tað einasta rætta. Í staðin hava vit í dag ein ónýtiligan veg, líka av Strondum til Selatraðar.
Fyri 20-30 árum síðani varð borað oman fyri vegin frá Lághálsum og einar 500 metur norðeftir, við tí fyri eyga at breiðka vegin – enn er onki meir hent við hesum arbeiðið. Aftur her standa fólk spyrjandi?
Ongin av teimum ið her búleikast, krevur at Selatraðarvegurin skal gerast til ein "autobahn".
Men tað er væl ikki ov mikið kravt, at vegurin verður nútímansgjørdur frá einum enda av og at arbeiðið verður gjørt liðugt so hvørt.
Tað verður nógv tosa um at betra um sambandið til bygdirnar við tunlum, brúm, nýggjum ferjum og hvørt av sínum. Alt hetta fyri at bøta um møguleikarnar og fyri at fáa fólkið at trívast í teimum smærru bygdunum.
Hetta er eisini galdandi her. Um ikki okkurt munagott verður gjørt við Selatraðarvegin, er ikki hugsingur um at fáa fólk at støðast í hesum smáu bygdum.
Tað er mín vón, at tey røttu viðkomandi síggja tað neyðuga í, at betra um henda veg og at peningur verður játtaður til endamáli.
At enda vil eg heita á komandi kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu, um at vísa meir vilja og áræði, enn fráfarandi kommunustýri at streingja á landsmyndugleikarnar um at gera nakað við Selatraðarvegin.