Sambært tí, Útvarp Føroya varpar út, er tað uttan iva A-landsliðið, sum stendur fyri týdningarmestu og forkunnugastu hending í føroyska ítróttarheiminum í hesum døgum. (í nógvum førum kann mann strika »føroyska ítróttar« úr setninginum frammanfyri)
Ovi, Livar og Katrin blivu varpað út, so tey, sum ikki kundu sita framman fyri sjónvarpið, hoyrdu hvat hendi, tá tað hendi.
Í dag var Pál í EM-finaluni í svimjing. Men hvat gjørdi so »public service« stovnurin í Føroyum? Jú lurtið segði, at nú fór Pál at svimja, og so fóru vit at hoyra seinni, hvussu tað gekst honum – og harvið Føroyum í EM.
Her er talan um ársins ítróttarmann tvær reisur upp í slag og ein ungan mann, sum er heiðraður av sjálvum løgmanni fyri síni avrik fyri Føroyar. Og nú gjørdi hann aftur eitt megnaravrik.
Men hvat gjørdi ÚF, so meðan kappingin var? Jú tey sendu hópframleiddan popptónleik meginpartin av tíðini.
Eitt plástur á sárið var, at í tíðindunum kl 18 hoyrdu vit málið á Páli sjálvum. Men hann slapp ikki at siga nakað, tí tíðin var ikki til tað.
Har er okkurt hamrandi galið í Sortudýki. Eg sigi ikki, at ein maður skuldi verið sendur niður at varpað út frá svimjingini, men tá fólk verður sent langa leið at varpa út frá liði nr. 118 í verðini, einum liði, sum hevur gjørt EINA sensasjón í 20 ár, og eingin útvarping er frá svimjara nr. 2 í Europa, er okkurt hamrandi galið.
Men sjálvandi. Landsliðið hevur jú havt so stóra framgongd, at FSF fór næstan fallitt. Men tíverri fyri Føroyar var tað orsaka av eini broyting í útrokningarháttinum hjá FIFA. Tíverri fyri føroyskan fótbólt, men kanska tíbetur fyri okkum, sum ikki eru so áhugaði, at vit liggja vatnrøtt í luftini. Hevði nakað serligt hent innan fótbóltsheimin, kundu vit væntað at farið at hoyrt útvarping frá venjingunum í Vodafonedeildini.
Mítt uppskot til landstýrið er: Sel lortið í Sortudíki til FSF.









