Sekur í øllum ákærum

Klokkan 22 byrjaði rættarfundur í Føroya Rætti, har nevningarnir skuldu geva sína avgerðir í teimum sjey viðurskiftunum, sum 33 ára gamli maðurin stóð ákærdur fyri.

Og tað er nú greitt, at nevningarnir hava dømt kroatan sekan í viljaðum drápi á Pidda Hansen.

Orðførarin læs upp ákærurnar móti manninum, og í øllum førum vóru nevningarnir samdir – í minsta lagi átta av teimum, so sum lógin krevur – um, at ákærdi var sekur sum ákærurnar ljóðaðu upp á.

Bert í eina førinum, har tað snúði seg um keyp av talutíð til Skype, fríkendu nevningarnir ákærda mannin, men ákæruvaldið hevði framman undan boðað frá, at hon fráfall ta ákæruna.

Tað merkir í stuttum, at ákæruvaldið fekk øll síni krøv ígjøgnum hjá nevningunum, og nú hittast so ákæri og verji til eina proseduru mikudagin í sambandi við ásetan av revsingini.