Sekur í harðskapi

Hans Jørgen Djurhuus er funnin sekur í harðskapi fyri at hava sligið Poul Ingason í andlitið undir dysti.

Hans Jørgen Djurhuus var í dag funnin sekur í harðskapi fyri hendingina 20. januar í Gundadali, tá hann undir einum vinardysti móti HB, sló Poul Ingason í andlitið, so at hesin breyt nøsina.

 

Hann fekk tó ein treytaðan dóm í eitt ár, so um hann ikki ger nakað revsivert komandi árið, verður hann ikki revsaður fyri hesa gerð heldur.

 

Dómarin legði í dómi sínum til grund, at tað ikki varð staðfest frá vitnisfrágreiðingunum, hvør sparkaði fyrst.

 

Dómarin metti tó, út frá vitnisfrágreiðingunum hjá Pouli Ingason og Ransini N. Djurhuus, at nevin hjá Hans Jørgeni Djurhuus varð knýttur og at hann ætlaði at sláa Poul Ingason.

-          Hetta hevur einki rímiligt samband við tað, sum gongur fyri seg undir einum fótbóltsdysti og kann ikki verjast á nakran hátt. Tí er revsifrælsi ikki galdandi í eini slíkari støðu, segði dómarin.

 

Hann vísti tó á, at sjálv revsingin mátti metast í ljósinum av umstøðunum, hendingin varð framd í. Talan er um fótbólt á hægsta støðið í Føroyum og at hetta eru fylgjurnar eftir eina harða takling í einum dysti. Hesar umstøður gjørdu, at dómarin valdi at gera dómin treytaðan.