Tann 25 ára gamli maðurin í narkotikamálinum, sum hesa vikuna hevur verið í nevningatingi í Føroya Rætti, er dømdur sekur í at hava havt stóra nøgd av rúsevnum og fyri at hava hjálpt til við at smugla evnini úr Føroyum og fyri at hava tikið ímóti rúsevnum
Maðurin er dømdur sekur í at hava brotið strangastu ásetingina í revsilógini fyri rúsevni. Hann er sekur í at hava havt stóru nøgdina sum var eftir í Føroyum, og ta nøgdina, sum fór víðari til Íslands í varðveitslu í Føroyum í bili sínum.
Hann er eisini dømdur sekur í at hava hjálpt til við at smugla rúsevnini av landinum og sekur í at hava tikið ímóti eini stórai nøgd av rúsevnum, sum ein annar persónur í Føroyum skuldi hava.
Revsingin verður ásett á rættarfundi seinni í kvøld.










