Rólant Waag Dam
Týsdagurin 13. desember er ein dagur, sum sjey mans seint fara at gloyma. Ein arbeiðsdagur sum so mangir aðrir, men sum var so sera nær við at fáa ein vanlukkuligan enda.
Á fakmáli verður tað rópt ein »nærvið hending«. Umsett til vanligt føroyskt merkir tað, at sjey mans vóru óhugnaliga nær við at lata lív.
Teir vóru til arbeiðis inni í einum tunli hjá SEV í arbeiðsøkinum omanfyri Oyrarbakka, økið, sum best sæst frá vegnum við tunnilsmunnan vestarumegin Norðskálatunnilin. Talan var um fimm arbeiðsmenn hjá SEV, sum vóru inni í tunlinum, umframt tveir mans hjá undirveitarum hjá SEV.
Koliltueitran í tunlinum
Undir vanligum umstøðum verður syrgt fyri, at frísk luft kemur inn í tunnilin allatíðina. Hetta er nakað, sum er knýtt at høvuðsstreymveitaranum. Men týsdagin í farnu viku skuldi arbeiðast upp á sjálvan streymin, so høvuðsstreymveitarin verður sløktur sum hann skal í einum slíkum føri.
Við sær inn í tunnilin hava menninir eitt bensinaggregat, sum teir skulu brúka – og sum skilst er tað dampurin frá hesum og vantandi luftsirkulatión, sum er orsøkin til, at menn eftir at hava arbeitt nakrar tímar inni í tunlinum, gerast illa fyri.
Frágreiðingin, sum Pál Weihe, yvirlækni, hevur gjørt eftir hendingina sigur, at menn kendu á sær høvuðpínu, høvdu vaml og onkur teirra var óstúttur á beinunum.
Hetta kom eftir fimm tímum, eftir at menn byrjaðu at arbeiða klokkan níggju týsmorgunin, men boðsendu tokinum, sum ferðast út og inn í tunnilin, um tveytíðina, tí teir vóru illa fyri.
Hóast koliltueitraðir er onkur teirra so mikið klárur, at teir finna sjey luftfløskur í borimaskinuni, teir arbeiða við inni í tunlinum. Hesar fløskurnar brúka menninir so, meðan teir bíða eftir tokinum, sum skal flyta teir úr myrka, koliltueitraða tunlinum og út frísku luftina og dagsljósið.
Sum tað sæst aðrastaðni á hesum síðum, er koliltueitran serstakliga vandamikið. Alt bendir tó á, at menninir sleppa uttan varðandi mein og kunnu tískil halda jól eins og teir plaga – hóast teir vóru óhugnaliga nærvið at lata lív týsdagin í farnu viku.
rolant@sosialurin.fo