Sekta føroysk fiskiskip sum í krígsstøðu

- Tiltøkini hjá kanadiumonnum mótvegis føroyingum, minna um tiltøkini hjá USA mótvegis Kuba. Stongsulin er eitt politiskt mál, sum má bera til at loysa politiskt, sigur Tórbjørn Jacobsen, rækjuskipaeigari, løgtingsmaður og fólkatingsmaður


Stongsul

Í hesum døgum er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, í Halifax, har árligur fundur er millum fiskimálaráðharrarnar í Norðuratlantshavi. Á vitjanini har yviri fer hann eisini at tosa við kanadisku myndugleikarnar, sum nú í skjótt tvey ár hava havt allar kanadiskar havnir stongdar fyri føroyskum fiskiskipum, tí ósemja er um føroysku rækjuveiðina í altjóða sjógvi á Grand Bank.
  Føroyska kvotan á Grand Bank er so lítil, at hon lítlan og ongan týdning hevur. Føroyingar halda seg eiga søgulig rættindi á bankanum, tí vit vóru millum teir fyrstu, sum fiskaðu rækjur á hesi leið. Føroyskir myndugleikar hava í samráð við rækjuvinnuna ásett sína egnu kvotu, og tað er hetta, sum stríðið stendst av. Kanadiumenn hava eisini ákært føroyska rækjuflotan fyri at hava fiskað óskipað á hesi leið.
  Tá ið hetta er í altjóða sjógvi, har kanadiumenn ikki kunnu taka føroysku skipini, avgjørdu teir í staðin at steingja allar sínar havnir fyri føroyskum fiskiskipum.

Minnir um Kuba

Tórbjørn Jacobsen, sum bæði er rækjuskipaeigari, løgtingsmaður og fólkatingsmaður, sigur, at hetta er eitt politiskt mál millum tvey lond, sum má bera til at loysa politiskt.
  - Soleiðis, sum støðan er, har ein heil tjóð verður stongd úti úr øðrum landi, tykir mær hetta ógvuliga primitivt.
  Hann heldur, at hetta minnir ikki sørt um krígsstøður og undantaksstøður og samanber eisini stongsulin í Kanada mótvegis føroyskum fiskiskipum við amerikansku tiltøkini móti Kuba.
  - Tað ber ikki til, at okkara fiskiskip skulu vera stongd úti í Kanada í langar tíðir.

Vónar eina loysn

Tórbjørn heldur, at tað má bera til at taka málið um sjálvan stongsulin burtur úr og loysa tað fyri seg. Síðan má kunna bera til at tosa seg til sættis um, hvussu kvotamálið verður loyst, sigur hann.
  Skipaeigarin og politikarin sigur seg tó væl duga at skilja, at okkara myndugleikar vilja halda fast um søgulig rættindi og ikki sleppa hesum uttan víðari.
  - Her eri eg prinsipielt samdur. Men tíðin er nú vorðin so long, og stongsulin kostar rækjuflotanum so nógv, at málið krevur eina loysn. Eg vóni tí, at Jacob Vestergaard og hansara fólk á fundinum í Halifax finna eina loysn, sum føroyska samfelagið og rækjuflotin kunnu liva við, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Ikki samdir

Sum skilst, eru rækjumenn ikki samdir um, hvussu málið um Grand Bank og stongsulin eigur at verða loyst.
  Tað eru teir, sum halda, at tað hevur størri týdning fyri rækjuflotan, at vit sleppa at fiska okkara egnu kvotu á Grand Bank, hóast havnirnar í Kanada tískil vera verandi stongdar. Aðrir halda, at stongsulin kostar rækjuflotanum ov nógv í mistari fiskitíð á Flemmish Kap, tí skipini mugu heim til Føroya at landa.
  Leystliga mett missa rækjuskipini ein túr um árið, tí tey sum áður ikki sleppa inn á Kanada at landa og skifta fólk.
  - Eg vil meta, at stongsulin kostar okkum einar 5-7 milj. krónur um árið, sigur Tórbjørn Jacobsen at enda.
  Tað er bara í regulerari neyðstøðu, at føroysk fiskiskip sleppa inn í kanadiskar havnir.