Seksuellir trupulleikar av sjúku

Í døgunum 12. og 13. februar skipar Krabbameinsfelagið fyri kunnandi tiltøkum um, tá krabbamein ávirkar seksualitet.

Í døgunum 12. og 13. februar skipar Krabbameinsfelagið fyri kunnandi tiltøkum um, tá krabbamein ávirkar seksualitet - og í samstarvi við Landssjúkrahúsið verður eisini undirvíst í, hvussu heilsustarvsfólk kunnu ráðgeva í seksulogiskum spurningum sum ein náttúrligan part av heilsuarbeiðnum.

 

Tað er nevniliga soleiðis, at bæði sjúka og viðgerð kunnu geva sálarlig og kropslig árin, sum ávirka seksualitetin.

 

Í samband við tiltøkini hjá Krabbameinsfelagnum verður spurningurin reistur um, hvørjir møguleikar eru fyri at viðgera seksuellar trupulleikar í samband sjúku og viðgerð, og spurt verður eisini, hvussu heilsustarvsfólk kunnu ráðgeva í truplum spurningum um kynslív.

 

Tað verða tær báðar, Anette Højer Mikkelsen, serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur, cand.cur. og Birgitte Schantz Laursen, serfrøðingur í sexologiskari ráðgeving og lektor, fara at ráðgeva og undirvísa um hesar spurningar.

 

Tær starvast báðar á Sexologisk Center á Universitetssjúkrahúsinum í Ålborg.

 

Kunnandi tiltakið um seksualitet og prostatakrabba verður á Hotel Føroyum hóskvøldið 12. februar frá klokkan 19-21.30. Tiltakið er fyri menn, ið hava ella hava havt prostatakrabba og makum teirra.

 

Sama tiltak verður eisini í Fjarlestrardeplinum í Vági fríggjakvøldið 13. februar frá klokkan 18-20.

 

Sjálvt heitið á hesum báðum tiltøkum - ávikavist í Havn og í Vági - er: Seksulogisk ráðgeving, tá seksualiteturin verður ávrikaður av sjúku og viðgerð.

 

Anette Højer Mikkelsen og Birgitte Schantz Laursen fara at tosa um likamligar og sálarligar trupulleikar, ið kunnu standast av viðgerð fyri prostatakrabba og um, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa hjálp.

 

Krabbameinsfelagið sigur, at tær báðar fara eisini røða um evni sum inkontinens - tað, at trupult kann vera at halda uppá vatnið - um venjingar av kokubotni og um hjálpitól.

 

Í samband við, at tær báðar, Anette Højer Mikkelsen og Birgitte Schantz Laursen, eru í Føroyum, verður í samstarvi við Landssjúkrahúsið eisini skipað fyri undirvísing fyri heilsustarvsfólki - læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum - og øðrum.

 

Undirvíst verður í Gestaborðstovuni á Landssjúkrahúsinum hósdagin 12. februar frá klokkan 14-16. 

 

Krabbameinsfelagið sigur, at heitið á undirvísingini er: Hvussu kann sjúka og viðgerð ávirka seksualitet, og hvussu kunnu heilsustarvsfólk á bestan hátt ráðgeva í seksulogiskum spurningum og í størri mun draga seksualitetin inn, sum ein náttúrligan part av heilsuarbeiðnum?