Seksualitetur og menningartarn

Í morgin klokkan 19 skipa Javni og psykiatriski depilin fyri fyrilestri í Miðlahúsinum í Vágsbotni við Anette Løwert, sálarlækna, um seksualitet og menningartarn.

Anette hevur drúgvar royndir innan arbeiðið við fólki við menningartarni. Eftir at hon í 1979 fekk læknaprógv hevur hon fyri tað mesta arbeitt við fólki við serligum tørvi. Hon byrjaði í 1984 á táverandi Åndsvageforsorgen í Brejning har hon arbeiddi í eitt ár. Sama ár fekk hon útbúgving og autorisatión sum spesialistur í kliniskari sexologi, sum hon gjøgnum árini hevur brúkt nógv til fólk innan hetta økið.

Í 1990 vann Anette sær útbúgvin sum serlækni í psykiatri. Núverandi starvssetan hennara sum yvirlækni á Vejle Sygehus er frá 1992 og hevur hon síðani tá arbeitt burturav við fólki við menningartarni við sálarligum trupulleikum. Anette Løwert hevur, umframt ein hóp av bóklingum og upplýsandi tilfari, skrivað tríggjar bøkur, sum eru sera viðkomandi fyri hendan málbólkin. Nýggjasta bók hennara er ?Hans Peter har også en sindslidelse?.

Seinastu 4 árini hevur Anette Løwert verið knýtt at Psykiatriska depilinum á Landssjúkrahúsinum sum konsulentur serliga við atliti til fólk við menningartarni. Hon hevur hesa tíðina hildið fleiri skeið og fyrilestrar innan psykiatriska økið fyri starvsfólki og avvarðandi herheima.

Nú Anette aftur er í Føroyum í arbeiðsørindum fyriskipa Javni og Psykiatriski depilin fyri einum almennum fyrilestri um seksualtitet og menningartarn. Tað er vælkent, at seksualitetur og menningartarn kann vera ein trupul samanseting. Bæði avvarðandi, námsfrøðingar og stuðlar hjá ungum og vaksnum fólki við menningartarni uppliva ofta tvístøður ella frustratiónir, sum hava grundarlag í seksualitetinum hjá persóninum. Øll hava tørv á kærleika og nærkontakt. Hetta er ein partur av seksualitetinum og kemur til sjóndar uppá ymiskan hátt alt eftir menningarstøði og lívsstøðu yvurhøvur. Menniskju við menningartarni hava sjálvsagdan rætt til ein seksualitet og til at fáa vegleiðing og hjálp til at útinna hann. Men vegleiðingaruppgávan tykist tó lættari søgd enn gjørd. Vit síggja tí fram til at fáa meira vitan innan hetta viðkvæma evni.

Fyrilesturin er almennur og ókeypis.