Tað gongur heldur striltið við søluni av nýggju fløguni hjá Jacob Haugaard. Sum so er einki løgið hvat tí viðvíkur, tí í Danmørkini er støðan hon, at fløgumarknaðurin er tódnaður niður í nærum einki.
Í hesum tíðum verða ymsu sangirnir tiknir niður av netinum, og eftir standa mong so nakkaleys, ið hava sprænt hópin av peningi í eina fløguútgávu.
Tó so, mong av teimum tilkomnu velja enn sum áður at keypa eina fløgu ístaðin fyri at leita sær út á alnótina eftir tónleikinum. Serstakliga er tað sokallaði dansktop-tónleikurin, ið hevur góða sølu.
Jacob sigur, at hann kennir á sær, at vend so spakuliga er við at koma í. Og fyri at fáa meira ferð á søluna, hevur hann latið prentað seks túsund fløgur við lagnum ”Ta’ en øl”. Ein sangur, ið finst á nýggju fløgu hansara. Fløgurnar verða allar sum ein sendar til donsku vertshúsini, og so er bert eftir at vóna, at jukeboxin verður væl vitjað.
Tað er felagið ”Art People”, ið gevur út. Tólv sangir eru á plátuni, og er hetta trettinda útgávan hjá Jacob Haugaard. Heitið á nýggju útgávuni er ”Venner”.
Les eisini: Jacob Haugaard er eitt úrslit av SALT
Niðanfyri síggjast myndir, tá Jacob Haugaard saman við bróðrinum Jan vitjaði í Saltsiloini á Drelnesi í síðstu viku









