Seksti bátar luttóku í sigling á bátafestivali

Allan dagin vóru nógv fólk á útiøkinum og í tjaldinum á festivaløkinum á Toftum. har nógv ymisk tiltøk vóru á skránni.

Nógvir bátar og nógv fólk vóru komin saman til bátafestivalin á Toftum leygardagin, sum varð hildin í sera góðum veðri. Hetta var tíggjundu ferð, at Bátafelagið á Toftum skipaði fyri bátafestivalinum.
- Við bátafestivalinum á Toftum, sum altíð er fyrsta vikuskifti í mai, er Nes kommuna komin upp í liðið av býum og bygdum, sum við stevnum og festivalum gera burturúr, at vit enn eina ferð eru signað við ljósu árstíðini, og enn einaferð vóna vit, at hiti fer at koma í luftina.
Tað sigur Nes kommuna, nú bátafestivalurin er lagdur aftur um.
Lagt verður aftrat, at bátafestivalinum er stórur og alsamt vaksandi.
- Tað er stóra fylgi av bátum, sum leygardagin sigldu út eftir Skálafjørðinum og løgdu at landi í bátahavnini eitt gott prógv um.

Betraðar umstøður
Umstøðurnar eru eisini betraðar, sum árini eru gingin.
- Seinastu vikurnar hevur Nes kommuna lagt stóra orku í at gera umstøðurnar í bátahavnni munandi betri, bæði fyri fólk, bátar og akfør. Starvsfólkið hjá Nes kommunu hevur lagt stóra arbeiðsorku í, at arbeiðið kundi vera liðugt, áðrenn bátafestivalin, og tað eydnaðist.

Seksti bátar
Tað vóru umleið 60 bátar í bátafylginum, og nógv fólk tóku ímóti.
- Tá bátarnir høvdu lagt til bryggju, bjóðaði Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, vælkomin og segði nøkur orð. Síðani vóru bátsmanningarnar bodnar til suppu, og um somu tíð læt festivaløkið upp.
Allan dagin vóru nógv fólk á útiøkinum og í tjaldinum. har nógv ymisk tiltøk vóru á skránni.

Dansur við Halli
Sum vanligt var møguleiki at keypa væl umtókta festivalbúffin, og kafeteria var opið allan dagin umframt, at pylsuvognur var á festvaløkinum.
Kvøldið endaði sum vanligt við dansi í tjaldinum, har tað aftur í ár var Hallur Joensen band, sum spældi til dans.
Sosialurin kann leggja aftrat, at nógv fólk var í dansi, sum sunnunáttin leið.