POLITIKKUR
Sjey av teimum átta landsstýrisfólkunum eru vald á ting - og sambært nýggju stýriskipanarlógini skulu tey leggja niður sæti á tingi, tá tey taka við einum landsstýrissessi.
Løgmaður og Hans Pauli Strøm søgdu sínar tingsessir frá sær leygardagin, tá tingið varð sett. Fyri teir á ting komu næstu fólkini á listanum hjá Javnaðarflokkinum, Andrias Petersen í Gøtu (270 atkvøður) og Eyðgunn Samuelsen í Klaksvík (256 atkvøður).
Á næsta tingfundi, sum verður fríggjadagin, fer Helena Dam á Neystabø at leggja tingsessin frá sær, og fyri hana kemur á ting triðji eykamaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Mikkjal Sørensen í Porkeri (247 atkvøður).
Tjóðveldið fær eisini trý nýggj fólk á ting fyri Høgna Hoydal, Tórbjørn Jacobsen og Bjørt Samuelsen. Fyri tey koma á ting Páll á Reynatúgvu á Sandi (330 atkvøður), Heidi Petersen í Vestmanna (305 atkvøður) og Olga Biskopstø í Gøtu (255 atkvøður).
Tjóðveldið fær eisini ein nýggjan fólkatingslim, nú Høgni Hoydal fer í landsstýrið, og verður tað Annita á Fríðriksmørk, sum skal umboða Tjóðveldið á Fólkatingi. Men Annita skal í barnsburðarfarloyvi í næsta mánaði, og verður tað tískil Sjúrður Skaale, sum sleppur at royna seg á bonaðu gólvunum í Keypmannahavn. Sjúrður Skaale hevur fyrr starvast sum skrivari hjá Norðuratlantsbólkinum - so hann kennir til fólkatingsarbeiði.
Men Sjúrður verður valla so drúgvur á Christiansborg. Annita á Fríðriksmørk sigur, at hon fer í farloyvi tá hon skal eiga í mars, men hon ætlar sær at taka sæti aftur, tá Fólkatingið kemur saman í oktober.
Fólkatingið fer vanliga í summarfrí á grundlógardegnum 5. juni og kemur ikki saman aftur fyrr enn fyrsta týsdag í oktober. So Sjúrður Skaale fær bert tríggjar mánaðir í fólkatinginum.
Næstur á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum er nú Finnur Helmsdal (217 atkvøður). Honum unnist ikki fast sæti á tingi hesaferð, men boð verða uttan iva eftir honum. Tá Annita á Fríðriksmørk fer í barsil, fær Finnur Helmsdal fast sæti í løgtinginum, men tað verður helst bert fram til ólavsøku. Hesa tíðina verður so Olaf í Garði Joensen á Eiði (176 atkvøður) varafólk á tingi - og hann kemur uttan iva á ting, meðan Sjúrður Skaale er burtur í fólkatingsarbeiði.
Av tí at fjóðri landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldinum - óvæntað - ikki var úr tingmanningini, endaði Finnur Helmsdal uttan fyri tinggáttina hesaferð. Hansara leiklutur er at verða fyrsti eykamaður fyri øll tey átta tjóðveldisfólkini, sum nú sita á tingi, og tað fer uttan iva at geva honum nógvar tingdagar - serliga nú Føroyar eru eitt valdømi - og tí, at brúk verður fyri øllum teimum 17 atkvøðunum hjá samgonguni í flest øllum málum.
Næst Finni Helmsdal koma Olaf í Garði Joensen og Óluvá Klettskarð.
Jacob Vestergaard, 870 atkvøður
Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen, 617 atkvøður
Fólkaflokkurin
Anfinn Kallsberg, 550 atkvøður
Fólkaflokkurin
Annika Olsen, 520 atkvøður
Fólkaflokkurin
Jákup Mikkelsen, 437 atkvøður
Fólkaflokkurin
Jógvan á Lakjuni, 417 atkvøður
Fólkaflokkurin
Poul Michelsen, 341 atkvøður
Fólkaflokkurin
Magni Laksáfoss, 979 atkvøður
Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen, 642 atkvøður
Sambandsflokkurin
Bjørn Kalsø, 557 atkvøður
Sambandsflokkurin
Edmund Joensen, 469 atkvøður
Sambandsflokkurin
Alfred Olsen, 417 atkvøður
Sambandsflokkurin
Johan Dahl, 377 atkvøður
Sambandsflokkurin
Rósa Samuelsen, 314 atkvøður
Sambandsflokkurin
Gerhard Lognberg, 595 atkvøður
Javnaðarflokkurin
John Johannessen, 287 atkvøður
Javnaðarflokkurin
Katrin Dahl Jakobsen, 283 atkvøður
Javnaðarflokkurin
Andreas Petersen, 270 atkvøður
Javnaðarflokkurin
Eyðgunn Samuelsen, 256 atkvøður
Javnaðarflokkurin
Mikkjal Sørensen, 247 atkvøður
Javnaðarflokkurin
Kári á Rógvi, 572 atkøvður
Sjálvstýrisflokkurin
Kári P. Højgaard, 292 atkvøður
Sjálvstýrisflokkurin
Annita á Fríðriksmørk, 616 atkvøður
Tjóðveldi
Bergtóra Høgnadóttir Joensen, 481 atkvøður
Tjóðveldi
Sjúrður Skaale, 416 atkvøður
Tjóðveldi
Heini O. Heinesen, 415 atkvøður
Tjóðveldi
Hergeir Nielsen, 352 atkvøður
Tjóðveldi
Páll á Reynatúgvu, 330 atkvøður
Tjóðveldi
Heidi Petersen, 305 atvøður
Tjóðveldi
Olga Biskopstø, 255 atkvøður
Tjóðveldi
Bill Justinussen, 573 atkvøður
Miðflokkurin
Jenis av Rana, 504 atkvøður
Miðflokkurin
Tordur Niclasen, 123 atkvøður,
Miðflokkurin