Seks umsøkjarar eru til starvið sum stjóri á Nám. Tað upplýsir Mentamálaráðið.
Hanna D. Andreassen, stjórnarskrivari, sigur, at ein setanarnevnd er sett og fer í gongd beinanvegin við at finna rætta umsøkjaran at seta í starvið.
- Miðað verður í móti, at seta nýggja stjóran skjótast gjørligt, sigur hon.
Starvið er lýst til setanar 1. mars.
Uppgávan hjá stjóranum er at skipa fyri, at stovnurin útvegar undirvísingarverkinum fjølbroyttar, tíðarhóskandi undirvísingarmiðlar í sambandi við læring og menning. Harumframt røkir stovnurin ein undirvísingarportal, KT-samskiftisskipan, miðlasavn, skeiðsvirksemi og veitir skúlum og stovnum ráðgeving.
Stovnurin skal røkta og menna samskiftiskervið í undirvísingarverkinum, hava námsfrøðiligan verkstað og kunna um undirvísingarmiðlar.
Stjórin í Námi fær eftir ætlan eisini ábyrgd av Próvstovuni hjá Mentamálaráðnum, sum er serstøk eind, ið skipar fyri próvtøkum og eftirmetingum innan undirvísingarverkið.