Ein maður í býnum Arnstein í týska landslutinum Bayern fór í morgun at leita eftir døttrini og soninum, sum skuldu hugna sær saman við vinfólki og gista í einum úthúsi. Maðurin hevði einki hoyrt frá børnunum í morgun og fór tí at vita, hvussu støðan var.
Hann kom fram á eina ræðuliga sjón, tí í skúrinum lógu seks ungfólk lívleys.
Ungfólkini vóru í aldrinum 18 og 19 ár. Tey høvdu verið í veitslu og skuldu síðani gista í skúrinum.
Enn er ikki staðfest, hví ungfólkini eru deyð, men ein møguliga orsøk er sambært løgregluni, at tey hava fingið kolsúrniseitran, tí tey høvdu hitað seg við einum brenniovni.
- Hetta kann verða ein orsøk, men vit kanna eisini aðrar orsøkir, sigur ein talsmaður fyri løgregluna við Bild.