Trý partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap eftir upsa, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur. Trý partrolarapør fiska gulllaks.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bert ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Hann kemur inn at landa fyrst í vikuni ella miðskeiðis í vikuni sum kemur.
- Ein trolbátur er norðan fyri og fiskar tosk og hýsu, og teir fáa eisini nakað av flatfiski. Haraftrat eru seks trolbátar antin farnir ella fara á landleiðina at fiska flatfisk og tosk.
Trolbátarnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir fiskin umborð; hitt ísar. Eitt garnaskip fiskar eisini havtasku. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er brúkiligur, verður lagt aftrat.