- Partrolararnir, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er batnaður.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at eitt partrolarapar hevur verið á Flemish Kap og fiskað tosk og kemur heim at landa fyrst í vikuni sum kemur.
- Fýra djúpvatnstrolarar eru eisini á Flemish Kap og fiska tosk. Tríggir frysta fiskin umborð, meðan hin fjórði ísar.
Lagt verður aftrat, at allir hesir fýra djúpvatnstrolararnir koma eisini heim at landa í vikuni sum kemur.
- Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa undir Føroyum og koma helst inn at landa miðskeiðis í vikuni. Ein fiskar svartkalva, men landar neyvan í vikuni.
Lagt verður aftrat, at ein djúpvatnstrolari fiskar djúpvatnsfisk og landar niðri.
- Magnus Heinason ger ymsar kanningar og kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir teir smáu trolbátarnir liggja, men fara út aftur, tá líkindini batna.
- Tvey garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva og koma væntandi inn at landa síðst í vikuni, veit marknaðurin at siga.