Seks stjørnur til Teit

»The Singer« er uttan samanbering mest framsøkna, heilskapaða og væleydnaða útgávan hjá Teiti, skrivar danska Ekstrablaðið í ummæli av nýggjastu útgávuni hjá 30 ára gamla føroyinginum

Útgáva

 

Talentið hevur ongantíð svitast, skrivar Ekstrablaðið, um nýggjastu útgávuna hjá Teiti Lassen, The Singer.

 

- Tulkingin av »Syner« hjá Nikolaj Nørlund og Peter Laugesen er eitt av teimum bestu sangavrikunum í hesari øldini. Við »The Singer«, har alt fellur upp á pláss, er Teitur av álvara fluttur upp á tungvektsflokkin, skrivar blaðummælarin hjá Ekstrablaðnum, Henrik Queitsch.

 

- Heitið er ikki tilvildarligt, tí ljósa og sorgblíða røddin hjá Teiti er heilt frammi í tí fínu ljóðmyndini við eini perlurøð av undirspældum, men kortini detaljuríkum og gjøgnumhugsaðum arrangementi, sum er merkt av djúphugsaðum brúki av blásarum.

 

Tónleikurin er spældur inn í konsertsalinum á feriuhotellinum hjá vermóðurini í Gotlandi uttan fyri háárstíðina.

 

- Hetta setir sín dám á útgávuna, sum er ein sertøk blanding av »nærmest endeløst rum og åndløst nærvær. På en gang teatralsk og fuldstændig nøgent. Mere ordrige kompositioner end traditionelle sange. Krystallisk smukt og uendelig vemodigt. Som at høre bladene falde af træerne, skrivar Ekstrablaðið, sum gevur Teiti Lassen fimm av seks møguligum stjørnum.