Í einum ummæli í Sosialinum týsdagin fekk ORCA seks út av seks stjørnum. Um ORCA skrivaði Sunneva Háberg Eysturstein:
?Stórsligið er eitt ógvusligt orð, eg veit, men tað sigur tað so væl. Tað, sum ?Livandi Oyða? er. Verkætlanarheitið ?ORCA? sigur tað eisini væl. Stórsligin orka. Og virðing. Tónlistarlig, leitandi, eksperimenterandi virðing. Tónleikur verður framleiddur endaleyst, og tað finnast ikki orð fyri, hvussu nógvur fantastiskur tónleikur er til. Tónlistarliga tilveran er vorðin so rúgvusmikil, at tað er torført at gera nakað nýtt. Nakað, sum knallar til! Nakað, sum eingin hevur gjørt fyrr, og sum vigar tungt á nýskapandi vektini. Men tað er ótrúligt, hvussu ?Livandi Oyða? rakar plett á júst hesi skálini og útvegar alt tað, sum vit annars halda er progessivt. Ikki tí, at hitt ikki er feitt! Hitt sum er slóðbrótandi og nýhugsandi. Verkætlanin ORCA er bara so mikið genial, at hon slær genialitetin hjá øllum hinum út.
(...) Í tónleikinum hoyrast ? ikki heilt uttan grund ? elementir frá føroyskum bólkum sum Clickhaze, Enekk og Petur Pólson. Serliga í løgunum sjálvum og í rútmu samansetingunum. Tónleikurin er egin, men ein merkir í tónunum huglagsmyndir hjá eitt nú Massive Attack, Moloko, Tricky og Portishead. Í bakgrundini hoyrast ljóð frá fuglum og neytum.
(...) Eg vil mæla øllum til at fáa sær fløguna í hendi, at lurta og hyggja. Tí óansæð um tær dámar tónleikin, so er verkið áhugavert. Áhugavert á ein hátt, ið opnar fyri nýggjum møguleikum; ið víðkar sjónarringar og gevur eina kenslu av listarligum frælsi.?










