Seks stjórnarráð eftir næsta løgtingsval

Løgmaður fer í næstum at leggja fyri politisku flokkarnar uppskot um at skipa landsfyrisitingina í seks stjórnarráð. Málið er at fáa í lag semju millum samgongu og andstøðu um framtíðar bygnaðin fyri landsfyrisitingina.

- Endamálið er at skipa bygnaðin skynsamari, og ætlanin er, at uppskotið skal nýtast sum grundarlag, tá ið málsøkini skulu býtast eftir næsta løgtingsval.

Tað sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Longu tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2011 varð evnað til, legði løgmaður upp fyri at lækka talið á stjórnarráðum úr nýggju niður í seks í 2012. Ætlanin er, at seks stjórnarráð skulu vera grundarlagið undir játtanarkørmunum fyri fíggjarlógina fyri 2012.

- Allir flokkar eru samdir um at lækka talið av stjórnarráðum. Tað er ein stór avbjóðing fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar at tryggja eina sterka fyrisiting, tí bæði fíggjarliga- og starvsfólkatilfeingið er sera lítið í mun til størri samfeløg. Tí er alneyðugt, at vit skipa eina munagóða fyrisiting, soleiðis at játtanir og starvsfólkaorka verða gagnnýtt sum best.

- Eg havi biðið Løgmansskrivstovuna gera eitt uppskot, heldur enn at lata fyrisitingarliga bygnaðin gerast partur av politisku telvingini eftir hvørt val, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.