Seks stig til Víking og trý stig til KÍ

Víkingur gjørdist einasta liðið sum vann á FM-vinnarunum, og tað gjørdu teir enntá tvær ferðir

Tveir sigrar til Víking og ein sigur til KÍ. Tað gjørdist úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum millum gullvinnararnar, KÍ og silvurvinnararnar, Víking hetta kappingarárið.

 

Víkingur gjørdist einasta liðið sum vann á KÍ í landskappingini hetta kappingarárið.

 

Tað gjørdist sostatt talan um seks stig til Víking og trý stig til KÍ í teimum trimum innanhýsis dystunum.

 

Málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum er 4-4.

 

KÍ-Víkingur 2-0 (0-0) - 16. apríl

 

Víkingur-KÍ 2-1 (2-0) - 11. august 

 

KÍ-Víkingur 1-2 (0-1) - 29. oktober

 

Kelda: Faroesoccer